AVSPÆL
27. aug 2023
Regin Sivertsen

Upptakt: KÍ - EB/Streymur

Enn hava vit fyrsta sigurin til góðar eftir summarsteðgin, vónandi endar hendan gongdin í dag, tá ið EB/Streymur kemur á vitjan.

Klokkan 15:00 bríkslar Dagfinn Forná dystin í gongd, tá ið KÍ fer at taka ímóti EB/Streymi. KÍ hevur spælt tvey umfør í landskappingini eftir summarfrítíðina, og hevur tann sigursrøðin uppá 16 dystir á rað endað, tí tveir teir seinastu dystirnar hevur KÍ liðið bert tað eina stigið.

KÍ hevur havt gott tamarhald á Sundalagsmonnum seinastu árini, og eru sum regul farnir frá vølli við trimum stigum. Seinast liðini møttust í Klaksvík, var tann 2. Apríl, tá ið KÍ vann 1-0 í einum truplum dysti.

Nøkur ivamál eru í hópinum, men tað væntast at nakrir av leikarunum sum hava sitið uttanfyri í síðstuni koma at fáa leiktíð í dag.

Vónandi møta vit fjølment upp til dyst í dag at stuðla okkara monnum til sigur.

KOYR Á KÍ