Skermmyndir

Fá eina KÍ skermmynd til tína telefon

Mong av okkum ganga ikki langt burtur uttan at hava eina telefon við í lummanum. Hon er blivin ein stórur partur av hvussu vit arbeiða og snakka við vinir og kenningar. Vit halda at tað er tíð uppá at KÍ fær eitt pláss í okkara telefonum.

Skermmyndin fæst í svørtum & hvítum ella í bláum & hvítum og er gjørd til iPhone 11. Men hon kann eisini takast niður til aðrar telefonir.

Soleiðis gert tú:

  1. Trýst á leinkjuna niðanfyri alt eftir hvørja tú ynskir
  2. Myndin kemur nú fram á skerminum
  3. Trýst á myndina í 2 sek.
  4. Nú kemur ein menu fram har tú kanst velja "føj til fotos"
  5. Myndin er nú goymd í tínari myndaskjáttu

KÍ skermmynd // blá & hvít

KÍ skermmynd // svørt & hvít