Hevur tú hug gerast limur í KÍ?
Tað eru tveir møguleikar at vera limur í KÍ. Tú kanst vera leikaralimur ella fjepparalimur.
Allir limir yvir 16 ár hava rætt til at atkvøða til aðalfundin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Leikaralimur
Øll tey, ið ynskja at leika við KÍ, skulu gjalda limagjald við at flyta á konto 9865-102.770.5.
Viðmerkjast skal: Navn og føðidato.
1. Deild 1.500 kr.
2. Deild 900 kr.
3. Deild 900 kr.
U21 900 kr.
U17 1.500 kr.
U15 1.500 kr.
U13 1.500 kr.
U11 1.500 kr.
U9 900 kr.
U8 900 kr.
U7 600 kr.
Syskinaavsláttur á 300 kr. verður givin til hvørt eykað barn sum gerst leikaralimur.
Akademi klæðnapakki frá Puma kann keypast fyri:
116-164 875 kr.
XS-XXL 1.000 kr.
(Mix av barna og vaksin stødd 950 kr.)
Fjepparalimur
Møguleiki er at vera fjepparalimur soleiðis at tú hevur atkvøðurætt til aðalfundin uttan at tú ert aktiv/ur sum leikari.
Tilmelda teg við at flyta limagjald á 400 kr. á konto: 9865-102.770.5.
Viðmerkjast skal: Navn og føðidato.
Peningurin fer til ungdómsarbeiðið.
