

Trý stig ímóti EB/Streym
Í góðveðrinum í Klaksvík tók KÍ ímóti Sundalagsmonnum. KÍ vann 1-0 eftir at Árni Frederiksberg skoraði einsamalla málið.
Eftir ein steðg, bæði vegna illveður og landsliðsdystir, var endiliga landskappingin spæld í dag. KÍ liðið var nærum fullmannað. Mads B. Mikkelsen og Jonn Johannesen eru ikki tøkir vegna skaða - samstundis sum nakrir av leikarunum hava drigist við sjúku.
Dysturin varð merktur av, at samanspæli kanska ikki reiðiliga hekk saman hjá okkum. EB/Streymur gjørdist oftast vandamiklir, tá ið vit gjørdu feilir í uppspælinum.
Tá ið 13. minuttir vóru farnir, fangar Árni bóltin beint við brotssteigin hjá EB/Streymi. Hann sendir Luc Kassi innum verjuna, har Luc aftur spælir til Árna Frederiksberg, sum setir bóltin í málið til 1-0.
Hetta varð tað einasta málið ið kom í dystinum.
Komandi dystur verður leygardagin á útivølli ímóti 07 Vestur.
//Mynd: nordlysid.fo