Viðtøkur fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag
§ 1. Navn og heimstaður:
1. Navn felagsins er Klaksvíkar Ítróttarfelag, stytt: KÍ.
2. Heimstaður felagsins er Klaksvík.
§ 2.Endamál:
1. Endamál felagsins er fyrst og fremst at kveikja áhuga og virka til frama fyri fótbóltsleiki í Norðoyggjum. Felagið kann eisini umboða aðrar ítróttargreinar.
§ 3. Limaskapur:
1. Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu vera limir.
2. Limaskapur fæst við at rinda tað av aðalfundinum árligt ásetta limagjaldið.
3. Aðalfundur felagsins kann koyra lim úr felagnum, hevur hann eftir aðalfundsins meting mótarbeitt felagnum ella myndugleikum tess, ella hevur víst ósømiligan atburð ella á annan hátt víst ringan ítróttar- ella felagsanda.
§ 4. Evsta vald - aðalfundurin:
1. Limir felagsins mynda aðalfundin, sum er evsta vald hjá KÍ.
2. Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári, áðrenn februar mánaður er úti.
3. Boðað verður á heimasíðu felagsins til aðalfundir og eykaaðalfundir í seinasta lagi 14 dagar fyri fundin, og í fyrsta lagi 1 mánað fyri fundin.
4. Luttøka á aðalfundi er treytað av, at eingin eftirstøða er fyri limagjald, sí § 3 stk. 2.
5. Allir limir, sum eru 16 ár ella eldri, hava atkvøðurætt á aðalfundinum.
6. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.
7. Formaðurin kann bjóða serligum gestum við á aðalfundin, sum ikki eru limir, men hava hesir ikki atkvøðurætt.
8. Samtyktir á aðalfundi verða gjørdar við vanligum meiriluta av møttum limum, tó undantikið § 9.
9. Atkvøðugreiðsla skal fara fram skrivliga, krevja meira enn tveir limir tað.
10. Val av formanni, næstformanni og nevndarlimum, um fleiri valevni eru, fara altíð fram skrivliga.
11. Ársaðalfundurin hevur hesa dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
2. Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 4.
3. Ársfrágreiðing frá formanni.
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
5. Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.
6. Innkomin mál.
7. Valevni til formann, næstformann ella nevndarlim hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
8. Val av nevnd.
9. Val av grannskoðara.
10. Ymiskt.
12. Uppskot til formansvalevni skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin.
§ 5. Eykaaðalfundur:
1. Eykaaðalfundur er, tá aðalfundurin, formaðurin, næstformaðurin saman við tveimum nevndarlimum, tríggir nevndarlimir ella 1/10 av limum felagsins krevja tað. Nevndin lýsir síðani, áðrenn 8 dagar eru farnir, fund sambært § 4 stk. 3.
2. Tá nevndarlimir ella limir krevja eykaaðalfund, skal skriv við grundgeving og ætlaðari fundarskrá leggjast við áheitanini.
§ 6. Nevndin:
1. Formaður felagsins, ein næstformaður og 4 aðrir nevndarlimir mynda nevnd felagsins, og hava dagligu leiðsluna um hendi. Nevndin hevur í felag ábyrgd av, at fíggjarligu, ítróttarligu og umsitingarligu viðurskifti felagsins vera nøktandi handfarin, og eigur at gera sær greiðar reglur fyri hesum arbeiði.
2. Nevndin skal gera málsetning og menningarætlan fyri felagið fyri styttri og longri tíðarskeið, og skal javnan endurskoða hesi.
3. Nevndin kann viðgera og taka avgerð í øllum spurningum felagnum viðvíkjandi.
4. Stendur á jøvnum í møguligari atkvøðugreiðslu í nevndini, er atkvøða formansins galdandi.
5. Formaðurin kallar nevndina saman, tá hesin heldur tað vera neyðugt. Næstformaðurin saman við einum nevndarlimi ella tveir nevndarlimir í felag kunnu eisini kalla nevndina saman.
6. Nevndin er viðtøkufør, tá 4 nevndarlimir eru møttir.
7. Eru minni enn 6 limir valdir í nevndina, deilast verandi limir innanhýsis um uppgávurnar hjá tí nevndarlimi, ið ikki er valdur.
Formaður:
8. Formaðurin hevur undir ábyrgd fyri aðalfundinum yvirskipaðu leiðslu felagsins um hendi og eftirlit við nevndarlimum.
9. Formaðurin myndar felagið mótvegis myndugleikum og felagsskapum, eins og øll millumtjóða viðurskifti og umboðan hoyra beinleiðis til ábyrgdarøki formansins.
10. Formaðurin avger í samráð við avvarðandi nevndarlimir, hvør skal umboða felagið í nevndum o.l., har felagið skal hava umboð.
11. Formaðurin hevur ábyrgd av besta mansliði felagsins.
Næstformaður:
12. Næstformaðurin er hjálparmaður formansins. Hann tekur við formansins starvi, tá hesum berst frá.
13. Næstformaðurin hevur ábyrgd av og eftirlit við fastognum og leysafæi felagsins, so at hesar ognir verða røktar og viðlíkahildnar á forsvarligan hátt.
14. Næstformaðurin hevur ábyrgd av besta kvinnuliði felagsins.
Nevndarlimir:
15. Nevndarlimir hava hvør sær - undir eftirliti formansins og undir ábyrgd fyri aðalfundinum - ovastu dagligu leiðslu á fylgjandi ábyrgdarøkjum:
a. Nevndarlimur fyri fíggjarmál
b. Nevndarlimur fyri ungdómsfótbólt
c. Nevndarlimur fyri besta mansliðið
d. Nevndarlimur fyri sponsorar
e. Nevndarlimur fyri samskifti
16. Er ivi um, hvat ábyrgdarøki, eitt mál, evni ella málsøki hoyrir til, avger meirilutin av nevndini tað. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.
17. Nevndarlimir skipa sjálvir sítt ábyrgdarøki bygnaðarliga og fyrisitingarliga, og seta sjálvir øll hjálparfólk innan sítt ábyrgdarøki, eins og teir loysa hesi úr starvi.
18. Nevndarlimir gera, hvør fyri sítt ábyrgdarøki, eina bygnaðar- og arbeiðsætlan, sum fær gildi, tá nevndin hevur góðkent hana.
Nevndarlimur fyri fíggjarmál:
19. Nevndarlimur fyri fíggjarmál hevur ábyrgdina av dagliga fíggjarliga rakstri felagsins og skal:
a. - syrgja fyri at øll útreiðsluskjøl og inntøkuskjøl frá øllum ábyrgdarfólkunum verða bókað
b. - syrgja fyri, at limagjøld og allir ágóðar felagsins verða kravdir inn
c. - syrgja fyri, at dagført bókhald altíð er til taks
d. - syrgja fyri, at roknskapurin verður grannskoðaður
e. - røkja fíggjarliga sambandið við teir partar av felagnum, sum eru lagdir út til onnur feløg ella felagsskapir at reka ella umsita.
Nevndarlimur fyri ungdómsfótbólt:
20. Nevndarlimur fyri fótbólti hevur ábyrgdina av fótbóltsvirksemi felagsins við undantaki besta mansliði og besta kvinnuliði felagsins og skal:
a. - syrgja fyri, at vøllurin og viðurskifti í sambandi við vøllin altíð er í nøktandi standi
b. - saman við formanninum seta venjarar til fótbóltsdeildirnar.
c. - syrgja fyri, at liðini hava búnar og aðra neyðuga útgerð til taks.
d. - syrgja fyri, at liðini koma til teir dystir, tey skulu leika.
e. - lata nevndarlimi fyri fíggjarmál øll fíggjarskjøl og -upplýsingar skjótast gjørligt.
f. - vera við til at tryggja ein skynsaman rakstur av fótbóltinum.
Nevndarlimur fyri besta mansliðið:
21. Nevndarlimur fyri besta mansliðið hevur ábyrgdina av fótbóltsvirksemi hjá besta mansliðnum hjá felagnum og skal:
a. - syrgja fyri, at liðið hevur búnar og aðra neyðuga útgerð til taks.
b. - syrgja fyri, at liðið kemur til teir dystir, tey skulu leika.
c. - syrgja fyri at leikarar uttanifrá hava bústað og hesin er í góðum standi.
d. - syrgja fyri at KÍ og leikarin lúka krøvini í sáttmálanum millum partarnar.
e. - lata nevndarlimi fyri fíggjarmál øll fíggjarskjøl og -upplýsingar skjótast gjørligt.
f. - vera við til at tryggja ein skynsaman rakstur av fótbóltinum.
Nevndarlimur fyri sponsorar:
22. Nevndarlimur fyri sponsorar hevur ábyrgdina av røkja sponsorar felagsins og skal:
a. – syrgja fyri, at sponsor tiltøk verða fyriskipa til hvønn heimadyst hjá besta mansliðnum.
b. - syrgja fyri, at fyriskipa onnur serlig sponsor og fjeppara tiltøk.
c. – hjálpa nevndarliminum fyri fíggjarmál at gera avtalur við sponsorar og lýsarar.
Nevndarlimur fyri samskifti:
23. Nevndarlimur fyri samskifti hevur ábyrgd av samskifti felagsins og skal:
a. - syrgja fyri, at fundarbøkur felagsins eru dagførdar
b. - syrgja fyri, at heimasíða felagsins er dagførd
c. - standa fyri allari marknaðarføring felagsins
d. - virka sum skrivari og føra allar fundir í gerðabók felagsins.
§ 7. Besta mansliðsnevndin
1. 1. mansliðsnevndin tekur sær av øllum avgerðum viðvíkjandi fremsta mansliði felagsins.
2. Besta mansliðsnevndin er mannað við formanni felagsins, ið er føddur formaður, umframt næstformanni felagsins, nevndarlimi felagsins fyri fíggjarmálum og nevndarlimi felagsins fyri besta mansliðið.
3. 1. mansliðsnevndin skipar sítt arbeiðsbýti sjálv.
4. Formaðurin við einum besta mansliðnevndarlimi bindur felagið fyri tí ið viðvíkir besta mansliði felagsins.
5. 1. mansliðsnevndin skal árliga gera rakstrarætlan við øllum mettum inntøkum og útreiðslum at leggja fyri nevnd felagsins.
6. 1. mansliðsnevndin letur frá sær frágreiðingar í minsta lagi hálvárliga, til nevnd felagsins, har greitt verður frá um ítróttarligu og fíggjarligu viðurskiftini.
7. 1. mansliðsnevndin skal tryggja, at felagið lýkur øll krøv og standardir í samband við lands- og steypakappingar, umframt møguligar altjóða dystir.
§ 8. Fíggjarviðurskifti:
1. Formaðurin saman við næstformanninum ella einum nevndarlimi bindur felagið.
2. Formaðurin kann veita umboðsfulltrú til næstformannin og nevndarlimir.
3. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
4. Roknskapurin verður gjørdur sambært góðum roknskaparsiði.
5. Formaður og allir nevndarlimir skulu skriva undir roknskapin og protokollina.
6. Løggildur ella skrásettur grannskoðari skal grannskoða ársroknskap felagsins.
§ 9. Avtøka:
1. KÍ verður tikið av, tá tveir aðalfundir við í minsta lagi trimum vikum ímillum hava samtykt hetta. Á báðum hesum aðalfundum skulu í minsta lagi 2/3 av limum felagsins vera møttir.
2. Ognirnar hjá KÍ skulu við avtøku eftir avgerð frá tí síðsta avtakandi aðalfundinum latast til eitt ítróttarligt ella almannagagnligt endamál.
§ 10. Onnur viðurskifti:
1. Viðtøkur felagsins verða endurskoðaðar so hvørt tørvur er á hesum, og í minsta lagi eiga tær at viðgerast á aðalfundi 3. hvørt ár.
2. Keyp og søla av fastari ogn skal viðtakast av aðalfundi ella eykaaðalfundi felagsins.
Soleiðis viðtikið á aðalfundi felagsins tann 27. januar 2020.