Fjepparar

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Sanghefti

KÍ veitslan · syng við!

1Rasmus í Gørðum

1.

Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum,
hann eigur sær bæði hestar og neyt.
So hevur hann hjallin niðri í fjørum,
saltfisk og sperðil, um á hjá honum treyt.
Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina,
hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina.
Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur,
slaturin gongur, hann tímir ikki longur.

2.

“Nú má eg mær finna eina fitta gentu,
hevði eg torað at ligið framvið.
Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu,
men kanska hon ikki er heilt ómøgulig.”
Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur,
slaturin gongur, hann tímir ikki longur.

Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur,
vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur.

3.

Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin
yvir at nesi og norður um á.
At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin,
spurdi Rasminu, á knøunum hann lá:
“Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina,
vilt tú um meg fjálga, mín lívsins kamina?”
“Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað,
í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja.”

↑ Til yvirlitið

2Eros

1.

Vilt tú ikki sita her
eina løtu nú hjá mær
:,: so eg kann kína og kyssa teg
og vera tær so nær. :,:

2.

Nú býurin skjótt sova skal
og myrkrið biður góða nátt
:,: legg teg bara her so væl
fevn og kroyst mín kropp. :,:

3.

Vit gloyma dagsins strev
í morgin er aftur frídagur
og Eros so loyndarfullur lær
bara hann okkum sær.

4.

Nú sólin sendur geislar inn
í eina lítla lon so veik
:,: har liggja tvey saman balla skinn
eftir ástarleik :,:

5.

Um vit gloyma dagsins stríð
geva hvørjum øðrum tíð
kann Eros ikki halda frí
tað leggur hann einki í.

6.

Tú mást ei fara heim í kvøld
verð nú her hjá mær, hjá mær
:,: so eg kann merkja tín mjúka kropp
heilt nær at mær. :,:

↑ Til yvirlitið

3Eftir 1001 nátt

1.

Eg vil halda fast um teg, eg vil kína tær eymt,
eg man ongantíð skilja, tað sum mær er hent.
Eg má framvegis undrast á kærleikans mátt,
eftir 1001 nátt.

2.

Eg vil taka hvønn dag, sum hann kemur og fer.
Tí tú letur meg vita, hvat hvør dagur ber.
Og eg elski og hevji teg líka so hátt.
Eftir 1001 nátt.

3.

Hvat um tað, um tíð fór til spillis.
Hvat um tað, um tað tók sína tíð.
Tá vit fingu at síggja at einki er lánt.
Eftir 1001 nátt.

Og eg elski og hevji teg líka so hátt …

Hvat um tað …

↑ Til yvirlitið

4Lívsmynd

1.

Enn eri eg ungur
og enn í góðum lag,
mær tørvar einki føðibræv
til at prógva tað.
Eg minnist ei mín barnadóp
og mína grulvutíð;

2.

Nú eri eg nóg vaksin
til at skilja hvat og hví.
Eg vil elska, eg vil syngja,
eg vil fevna kærleikan,
eg vil leita til tey støð,
har eg finni sannleikan.

3.

Lívið er mítt listarverk,
eg máli jú hvønn dag;
Um eg fylli hundrað ár,
ei liðugt verður tað.
Vónin er at myndin mín
ein mildan skugga fær,
tá fólk úr øllum heiminum
frælsið ogna sær.

4.

Eg vil elska, eg vil liva,
eg vil syngja friðarlag
saman við so mongum menniskjum,
sum altíð vilja tað …
Vilja gráta, vilja flenna,
ynska frið í heiminum,
og við álit’ á hvønn annan
læra mangt av lívinum.

↑ Til yvirlitið

580 ini

1.

Eg vakni, men vil bara balla meg inn,
øll ting tykjast tyngri og tyngja mítt sinn.
sjálvt morgunin boðar ein skýmligan dag,
so veit eg tað hjálpir at syngja eitt lag.

2.

Eg í 80’unum livi, syngi og skrivi,
um okkum, sum her eru til,
tá gott er at flenna, práta og kenna,
ein kærleik’ – har alt verður til,
har alt ber til, har eg verði til…

3.

So veit eg, úr degnum lætnar eitt skýggj,
í dansinum kanska eitt fitt lítið fríggj.
Við vinum eg skáli eina heilsu um frið
og sangurin byrjar og øll syngja við.

4.

Vit elska og liva, syngja og skriva,
um heimin, vit øll hoyra til,
og vit vilja øll flenna, práta og kenna,
ein kærleik’ – har alt verður til,
har alt ber til, har eg verði til…

↑ Til yvirlitið

6Sonur, pápi tín býr ei í Tórshavn

1.

Drongurin kom inn í køkin ein dagin,
Hugdi upp á mammuna og segði so smæðin:
Góða mamma,
allir mínir vinir flenna,
Teir vilja ikki við meg kenna, tá ið eg tosi.
Tá teir siga ei, tá sigi eg oy,
Og tá teir siga nei, tá sigi eg noy, tað er løgið!
Góða mamma sig mær,
Hvat er galið við mær, eg vil tað vita.

2.

Men tað sum eg haldi er allarmest galið,
Tað er tá eg eri í Gundadali og hyggi,
Eg seti meg í skýlið, rópi hart og ýli: KOYR Á KÍ.
Eg haldi jú við HB, eg eri havnarmaður,
Men skorar KÍ, tá verið eg glaður, sikken ein tossi.
Góða mamma sig mær,
Hvat er galið við mær, eg vil tað vita.

3.

Nú drongurin leingi hevði havt orðið,
Setti mamman seg niður við borðið, og hon segði:
Pápi tín, sum heldur við HB,
Hann er ikki tín rætti pápi, tað skalt tú vita.
Tí í Klaksvík býr tín ektaði babba,
Har eigur tú eina ommu og abba, ver tú glaður.
Eg má hesi boðini bera,
Og tú mást ikki keddur vera, tá ið eg sigi:

Niðurlag

Sonur, pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík.
At vita tað, tað er títt minsta krav.
Sonur, pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík,
Og tað skalt tú bara vera stoltur av.

↑ Til yvirlitið

7The Wild Rover

1.

I’ve been a wild rover for many’s the year
I’ve spent all me money on whiskey and beer
But now I’m returning with gold in great store
And I never will play the wild rover no more

And it’s No, Nay, never,
No, nay never no more
Will I play the wild rover,
No never no more

2.

I went in to an alehouse I used to frequent
And I told the landlady me money was spent
I asked her for credit, she answered me nay
Such a customer as you I can have any day

And it’s No, Nay, never,
No, nay never no more
Will I play the wild rover,
No never no more

3.

I took up from my pocket, ten sovereigns bright
And the landlady’s eyes opened wide with delight
She says “I have whiskeys and wines of the best
And the words that you told me were only in jest”

And it’s No, Nay, never,
No, nay never no more
Will I play the wild rover,
No never no more

4.

I’ll go home to my parents, confess what I’ve done
And I’ll ask them to pardon their prodigal son
And, when they’ve caressed me as oft times before
I never will play the wild rover no more

And it’s No, Nay, never,
No, nay never no more
Will I play the wild rover,
No never no more

↑ Til yvirlitið

8Så længe jeg lever

Så længe jeg lever, så længe mit hjerte slår. Så længe vil jeg elske dig. Men du er en rullesten, du har ikke nok i én. Derfor må du gå din egen vej.

1.

Du siger du har en anden ven. Hvad jeg frygtede mest, er hændt mig nu igen. Du fortæller ligesom sidst, at det er den store kærlighed. Okay min blomst, behold ham blot i fred. Så længe jeg lever..

2.

At den læger alle sår, siger de vise mænd, jeg håber de forstår. Hvad de taler om, jeg tror det næppe simpelthen fordi, de har aldrig prøvet de e helt forbi. Så længe jeg lever..

↑ Til yvirlitið

9Eins og áarstreymur rennur

1.

Eins og áarstreymur rennur vallar hugurin hjá mær, og í barmi mínum brennur longsil út um bygdagarð. Eg vil skoða villar víddir, eg vil njóta sól og vind ! Fagurt hagin nú er skrýddur, lætt fer lot um fjallatind.

2.

Felagar, tit pjøkan takið, kom í hagan burt við mær, vendið bygdini so bakið – móti okkum sólin lær. Hoyrið fuglaljóð í haga, síggið seyðafylgi mong, dýr og menniskju seg gleða; trív tí í ein vallara song !

3.

Tá ið eftir dagsins hita, kaldligt lot um víddir fer, snípan letur okkum vita, at tað hvíldarstund nú er, og tá fara vit í tjaldið og vit sova sælan blund, inntil náttin missir valdið á tí snimmu morgunstund

↑ Til yvirlitið

10Tá vit hittast við vøllin

1.

Tað er sunnudagur og øll hava frí fótbóltsdystur er og klokkan hon er trý vit fara niðan á vøllin, øll eru glað vóna at KÍ vinnur í dag

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð tá standa øll saman og rópa á KÍ

2.

Eg finni mær eitt pláss so eg kann fylgja við rópi og skráli á KÍ mítt lið og meðan sólin skínur á okkar’ vakra bý rópa øll í felag koyrið á KÍ

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð tá standa øll saman og rópa á KÍ

3.

Hygga síggj nú fekk KÍ aftur eitt mál tað gleðir mítt hjarta og mína sál tað gott er at síggja at øll eru glað nú vóna vit at vinna hetta fleiri ferð á rað

4.

í trýssjunum vóru KÍ altíð best og vit hava vunnið FM heiti flest gott er at vita at ungir taka við sum stríðast sum úlvar fyri síni lið

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð tá standa øll saman og rópa á KÍ

5.

Dómarin bríkslar, dystur lokin er mannahópur stórur inn á vøllin fer at heiðra okkar’ unga, góða lið sum enn einaferð hevur fingið tvinni stig

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð tá standa øll saman og rópa á KÍ

↑ Til yvirlitið
Áfram KÍ!