Felagið
Klaksvíkar Ítróttarfelag varð sett á stovn 24. august 1904 kl. 17.30 sum John Reid Bjartalíð, sáli so væl skrivar í 50 ára minnisritinum: “ nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík.”
Tíðirnar eru broyttar nógv og nú yvir 100 ár seinni er høvuðsendamálið at øll kunnu sleppa at íðka ítrótt. Harumframt at tryggja felagnum ein sunnan og góðan fíggjarligan rakstur, har allar inntøkur felagsins fara til tey endamál, tey eru ætlað. Allar lønir og samsýningar skulu ganga gjøgnum skattaskipan landsins, fyri at tryggja at leikarar og leiðarar sýna rætta ítróttarandan, ásannandi at vit øll eiga at verða góðir borgarar í føroyska samfelagnum.
Tað er við stoltleika at Klaksvíkar Ítróttarfelag staðfestur at øll sum ynskja at spæla fótbólt við KÍ sleppa at spæla við KÍ. Hetta sæst aftur í teimum mongu tilmeldaðu liðunum í øllum aldursbólkum á hvørjum ári.