Mikkjal Kjartansson Thomassen (48 ÁR)
FO
Pláss
Venjari
Steyp fyri KÍ
3
Føðingardagur 12.01.1976
Fyrsti dystur 01.03.2015

Um venjara

Mikkjal skrivaði undir sáttmála við KÍ sunnukvøldið 26. oktober 2014.

"Síðani fyrsta minuttin eg stóð á vøllinum, so var eg ikki í iva um, at hetta var tað rætta valið", segði Mikkjal eftir fyrstu venjingina við KÍ hópinum í 2014.

Tá Mikkjal skrivaði undir við KÍ, var málið greitt, "KÍ skal vera partur av toppstríðnum í føroyskum fótbólti". Hetta má sigast at verða væleydnað, tí síðan tá hava vit altíð verið partur av topp 4, og harvið vunnið okkum rætt at luttaka í evropeiskum kappingum. Einasta undantak er fyrsta kappingarárið hjá Mikkjal í 2015, har KÍ endaði á 5. plássið.

Liðið hjá Mikkjal vann Løgmanssteypið í 2016, Føroyameistaraheitið í 2019 og Stórsteypið í 2020. Men eitt tað stórsta varð, tá KÍ spældi seg í Play-Off finaluna í Europa League í 2020.

Mikkjal hevur hægstu venjaraútbúgving, UEFA Pro-prógv.

Málið er eitt evropeiskt bólkaspæl