Ease Template Warning: template variable "title" not found in "chosen.menuitem.title"
KÍ Akademi
Eitt altjóða fótbólts akademi í Klaksvík

Málið hjá KÍ er at kunna bjóða øllum spælarum eina fótbóltsmenning á høgum stigi. Til tess, at tað skal eydnast, krevst, at alt felagið arbeiðir fram móti sama máli og at øll, sum eru við, trúgva upp á málið og kenna stoltleikan í felagnum.

Millum annað, tí er KÍ Akademi stovnað við eini útgreinaðari menningarætlan fyri allan ungdómsfótbólt í felagnum.
Hendan menningarætlan er millum annað eisini ætlað sum eitt amboð og stuðul til allar venjarar og leiðarar hjá KÍ og skal samstundis tryggja, at hesi hava eitt felags grundarlag at arbeiða útfrá. 

Menningarætlanin er eisini ætlað sum karmur um venjingina, meðan hvør einstakur venjari setir sítt egna eyðkenni á dagliga virksemið og venjingina, men arbeiðshátturin er mentur út frá grundætlanini við Akademinum.

Tað, sum at enda er avgerandi fyri, hvussu stór framstig okkara ungdómur ger, er tann góðskan, sum verður løgd í arbeiðið, sum bæði spælarar og venjarar hvønn dag útinna á vøllinum alt árið.

Høvuðsmálini í ungdómsarbeiðinum hjá KÍ eru:

  • Fleiri vælskúlaðar spælarar og venjarar
  • Eitt umhvørvi, har spælarar kunnu menna seg til fremstu liðini hjá bæði monnum og kvinnum
  • Einstaklinga framstig so sum A-landsliðsúttøku og at koma uttanlands at spæla
  • Altjóða framstig fyri felagið í Champions League, Evropa League og Conference League

Gerandisdagurin á Akademinum

Tríggjar morgunvenjingar um vikuna, har stórur dentur verður lagdur á einstaklingavenjing.

Vanligu kvøldarvenjingarnar hava størri dent á lið og sambond.

Jonas Nielsen
Akademistjóri
Venjara útbúgving
: UEFA A-License
Teldupost
: jonas@ki.fo
KOMANDI DYSTIR
Deild Dystur DAGFESTING DAGF. TÍÐ STAÐ