Arnbjørn Danielsen takkar fyri seg í KÍ
Arnbjørn Danielsen hevur sagt seg úr starvinum sum akademistjóri hjá KÍ, tí hann ynskir sær nýggjar avbjóðingar. KÍ takkar Arnbjørn fyri gott samstarv og hansara íkast til menningina av ungdómsarbeiðinum í felagnum.
Arnbjørn tók við sum akademistjóri undan kappingarárinum 2026 og hevur staðið á odda fyri einum ári, har ungdómsarbeiðið hjá KÍ hevur tikið týðilig stig rætta vegin.
Árið hevur verið merkt av góðum úrslitum og framgongd hjá fleiri ungdómsliðum. U16-genturnar og U13-dreingirnir vunnu steypakappingarnar, meðan bæði U18- og U13-dreingirnir vunnu silvur í landskappingini. U13-genturnar spældu seg eisini í steypafinaluna, og fleiri ungir KÍ-leikarar hava umboðað Føroyar á ungdómslandsliðunum.
Samstundis hevur KÍ tryggjað sær uppflyting í 1. deild hjá monnum, sum verður ein týdningarmikil partur av menningarleiðini hjá ungum leikarum komandi árini.
Hesi úrslitini eru eitt tekin um tað góða arbeiðið, sum Arnbjørn, venjarar, leiðarar og mong sjálvboðin í felagnum hava lagt fyri dagin.
Fleiri leikarar úr egnum røðum á besta liðið
Við Fróða Benjaminsen sum høvuðsvenjara á besta mansliðnum verður menningin av leikarum úr egnum røðum eitt av høvuðsfokusøkjunum hjá KÍ komandi árini.
Málið er greitt! KÍ skal menna fleiri leikarar úr egnum røðum, sum kunnu taka stigið frá ungdómsfótbólti til besta mansliðið og gerast ein týðandi partur av framtíðini hjá felagnum.
Vit síggja longu fyrstu tekinini um hesa gongd, har ungir leikarar sum Ezra Lukama og John Ziska Joensen hava fingið møguleikan at venja við besta liðnum og eru knýttir at manshópinum við sáttmála.
Menningin av okkara egnu leikarum krevur eitt sterkt akademi, eina greiða menningarleið og eitt tætt samstarv millum ungdómsdeildina og fremstu liðini hjá felagnum.
Arbeiðið heldur fram
KÍ er longu farið undir tilgongdina at finna ein nýggjan akademistjóra, sum skal byggja víðari á tað góða grundarlagið og menna akademiið enn meira.
Akademiið hevur eina avgerandi uppgávu í framtíðini hjá KÍ. Vit skulu framhaldandi skapa bestu møguligu karmar fyri bæði breidd og úrvalsmenning, so børn og ung kunnu mennast og trívast í felagnum, samstundis sum vit skapa grundarlagið undir framtíðarleikarunum á okkara bestu liðum.
KÍ takkar Arnbjørn Danielsen hjartaliga fyri hansara arbeiði og tíð í felagnum og ynskir honum bestu eydnu framyvir.