AVSPÆL
07. nov 2026
KÍ

Fróði fær íslenskan hjálparmann

Nú kann ferð setast á fyrireikingarnar til komandi kappingarár

Til komandi kappingarár hevur KÍ gjørt avtalu við 39 ára gamla Harald Árna Hróðmarsson. Haraldur kemur frá starvi sum hjálparvenjarin hjá Egersund og framman undan høvuðsvenjari í Grindavík. Hevur annars eisini verið hjálparvenjari hjá Heimi Gudjónsson í Vali. Fróði og Haraldur fara nú undir fyrireikingar til komandi kappingarári. Ætlandi verða nakarar felagsvenjingar eftir landsliðsstøðgin og hartil liggur arbeiðið at knýta nakrar nýggjar leikarar at verandi hópi.

KÍ ynskir Haraldi vælkomnan og bestu eydnu sama við Fróða!

Eftir venjaraskiftið fyrr í heyst tók Fróði Benjaminsen við og honum til hjálpar hava verið Atli Danielsen og Rógvi Jacobsen. KÍ takkar báðum KÍ-legendunum fyri hjálpina síðstu vikurnar.