AVSPÆL
16. okt 2026
KÍ

Fótbóltsgreinari verður knýttur at besta mansliðnum komandi ár

Avtala er gjørd við Eoin Heffernan, sum fer til verka í januar

Um sínar royndir sigur 28 ára gamli írin, Eoin:  - Mítt fyrsta innlit í avrikisgreining er frá starvsvenjngini í Hamilton Academic kappingarárið 2023/24, har 1. liðið flutti upp í skotsku Championship umvegis Playoffs. Eg arbeiddi tætt upp at besta mansliðnum og U18. Eitt av mínum hæddarpunktum var at vera við U18 í UEFA Youth League við okkara hópi. Mín høvuðsleiklutur hjá Hamilton var greining av mótleikarum.

Mínar feskastu royndir eru í ensku Championship 2025/26 í starvsvenjing hjá Charlton Athletic. Høvuðsleikluturin hevur verið at greina mótleikarar  og at fyrireika videobrot til viðleikarar, umframt at veita greiningar til málverjuvenjingar og hartil fyrireiking til ymsar serstøður. Kappingarárið endaði við einum 18. plássi sum viðførdi, at vit hildu stand í deildini.

Somuleiðis havi eg royndir sum greinari í írsku tjóðarítróttargreinini, Gaelic Athletic, har eg havi verið knýttur at Kildare GAA í 2025.

Um tað komandi avbjóðingina í KÍ sigur Eoin, at hann skal átaka sær avriksgreiningina av besta mansliðnum. Hetta eri eg sera spentur uppá og gleði meg at byrja skjótast gjørligt. Greining er sera umráðandi í ítrótti nú á døgum og hevur alstóran týdning í dystarfyrireikingini hjá venjarartroyminum og leikarum. Ábyrgdina at tryggja, at okkara venjarar og leikarar hava vitan og upplýsingar um mótstøðuliðið gjøgnum videogreining og taktikk, er ein uppgáva, sum eg komi at átaka mær við nærlagni.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Fróði Benjaminsen, er sannførdur um, at vitanin og ráðgevingin frá analytikaranum eru umráðandi í nútíðar topfótbólti. Endamálið er fyrst og fremst at menna egnar leikarar m.a. taktisk í øllum hugsandi støðum.