AVSPÆL
15. okt 2026
KÍ

Ezra er miðvísur og veit hvat krevst

Skrivaði sáttmála fríggjakvøldið, var við í truppinum til topdystin á Tórsvølli og innskiftur seint í yvirtíðini.

Ungi KÍ-leikarin, Ezra Lukama hevur síðsta árið til tíðir vant við mansliðnum og annars verið partur av U21 og 2.deild. Hevur eisini spælt nakrar landsdystir á U17 og í ár á U19. Høvuðsvenjarin, Fróði Benjaminsen, ynskti nú, at Ezra verður ein av ungu leikarunum, sum skal venja og mennast á besta mansliðnum. 

Um nýggju avbjóðingina sigur Ezra sjálvur: 

- Tað hevur verið ein stór uppliving at sleppa at venja og spæla við besta liðnum í KÍ. Og nú at skriva undir sáttmála. Tað er nakað serligt at fáa møguleikan at vera saman við so nógvum góðum leikarum og læra frá teimum. Tað gevur eisini eyka motivatión at síggja, hvat krevst fyri at koma longur sum leikari.

 - At sleppa inn í síðsta dyst var ein sera góð kensla og ein stórur heiður. Tað er nakað, ein hevur arbeitt hart fyri, og tað gevur mær bara enn meira hug at halda fram og menna meg.

-  Mítt fremsta mál í KÍ er at halda fram at menna meg, arbeiða hart og vinna mær fleiri møguleikar á besta liðnum. Eg havi stórar dreymar við fótbóltinum og vil gjarna koma so langt sum gjørligt. Eg veit, at tað krevur nógva venjing, tol og arbeiði, men eg eri til reiðar at gera alt eg klári fyri at halda fram á hesum liðinum.

Vit í KÍ fegnast um, at enn ein ungur við sáttmála legst aftur at besta manshópinum og ynskja Ezra við spenningi blíðan byr í kongabláu troyggjuni!