08. okt 2026
U-landsliðsleikari longt við KÍ
Hann er errin og spentur upp á hvat framtíðin í KÍ bjóðar
Í ár hevur 17 ára gamli John Ziska Joensen vænt við besta mansliðnum. Hevur verið við í dysti um løgmanssteypið í móti ÍF og annars fyri tað mest leikt við 2.deild og U21. Í landsliðshøpi spælt við U17 í vár og nú í heyst við U19.
- Eg eri sera errin av at hava longt sáttmálan við KÍ og spentur upp á, hvat framtíðin hevur at bjóða. Vit fara nú undir ein nýggjan kapittul við Fróða, og eg gleði meg til at menna meg víðari, vísa meg fram og gera mítt besta fyri KÍ, sigur John Ziska.
KÍ fegnast um at knýta ein ungan evnaríkan framtíðarleikara at manshópinum og ynskir John Ziska hjartaliga til lukku og bestu eydnu komandi árini í kongabláu troyggjuni!