18. aug 2026
Atgongumerkjasølan til Riga FC er byrjað
Nú ber til at keypa atgongumerki til heimadystin móti Riga FC í play-off til UEFA Conference League.
Eftir at seinasti evropeiski heimadysturin varð fluttur á Tórsvøll, sleppa vit hesaferð heim aftur til Klaksvíkar og við Djúpumýru.
Nógv stendur upp á spæl. KÍ og Riga FC spæla um eitt pláss í deildarspælinum í Conference League, so talan verður um eitt av teimum heilt stóru evropeisku kvøldunum við Djúpumýru.
Vit vóna at síggja nógv fólk á áskoðaraplássunum og fáa ein góðan heimavøll aftan fyri liðið.
Koyr á KÍ!