AVSPÆL
13. aug 2026
Súni Clementsen

Dysturin millum KÍ - Lech Poznań er útsettur til fríggjakvøldið kl. 19.00

KÍ hevur fingið boð frá UEFA um, at dysturin sum skuldi spælast í kvøld, nú er útsettur til í annaðkvøld, fríggjakvøldið kl. 19.00

Hóast pólska ferðaliðið lendi í vágunum seinnapartin, er avgerð tikin um at dysturin verður útsettur til í morgin.

Møguligt er at fáa atgongumerkið endurrindað, um tað ikki ber til at koma til dyst í morgin. Hetta verður gjørt við at skriva ein teldupost til roi@ki.fo