Atgongumerkjasølan til heimadystin móti Lech Poznań er byrjað
Nú ber til at tryggja sær pláss til enn eitt stórt evropeiskt kvøld.
Atgongumerkjasølan til heimadystin móti Lech Poznań er nú byrjað. Dysturin verður spældur á Tórsvølli, har KÍ enn einaferð skal royna seg móti einum av sterkastu feløgunum í evropeisku undankappingini.
Lech Poznań er verandi pólskur meistari og eitt av størstu og mest søguríku feløgunum í Póllandi. Felagið hevur drúgvar royndir í evropeiskum fótbólti og hevur fleiri ferðir spælt bæði í UEFA Champions League og UEFA Europa League.
KÍ hevur seinastu árini víst, at felagið kann kappast á hægsta stigi í evropeiskum fótbólti. Við stuðlinum frá føroysku fjepparunum eru fleiri minnilig kvøld skrivað inn í søguna, og nú bíðar enn ein stór avbjóðing.
Tí verður aftur tørvur á sterkum stuðli frá áskoðarunum. Vit vóna, at nógv KÍ-fólk og føroyskir fótbóltsfjepparar fara at leggja leiðina á Tórsvøll, so vit saman kunnu skapa teir serligu karmarnar, sum hava eyðkent KÍ í Evropa.
Keyp atgongumerki við at trýsta her.
Vit síggjast á Tórsvølli.
Koyr á KÍ!