AVSPÆL
29. jul 2026
Jógvan Skorheim

Kauno Zalgiris og KÍ kann síggjast her

Til ber at keypa atgongd til beinleiðis sjónvarp úr Kaunas. Tað verður Jóan Pauli Joensen og Sverri Joensen, sum viðmerkja týdningarmiklasta dysin hjá KÍ í ár.

Tað er týdningarmiklasti dysturin í árinum. Vinnur KÍ eru vit tryggjaði deildarspæl í Conference League, og skal royna seg víðari í kappingini í Champions League.

Tapur KÍ hinvegin, skal KÍ royna seg víðari í Europa League, og standa torførar uppgávur fyri framman.

Dyturin byrjar kl. 17.00, kann síggjast á http://tv.ki.fo/