Høgri vongbakkur leggur 2 ár afturat
Hann hevur verið óvanliga støðugur í 9 ár og í 6 av teimum spælt hvønn einasta dyst í meistaradeildini
Jóannes Kalsø Danielsen hevur undantikið eitt stutt skifti í Næstved BK í 2022, verið í felagnum alla sína fótbóltsleið. Síðan hann kom frá 1.deild sum áleypari í 2014 hevur hann spælt 235 dystir í meistaradeildini, 29 steypadystir og 72 lands- og UEFA-dystir – allar sum høgri vongbakkur.
Um avtaluna og komandi tvey árini sigur Jóannes: - Eg síggi fram til tvey spennandi ár við Fróða Benjaminsen á odda. Valið var lætt, tá man er klaksvíksingur. Vit hava fantastiskar umstøður at venja og mennast í, og tá er lætt at trívast.
Vit í felagnum stórfegnast um, at Jóannes heldur fram í KÍ. Vit ynskja honum framhaldandi góða eydnu í kongabláu troyggjuni!
(mynd, Norðlýsið og kelda FSF-Comet)