Minningarorð um Ólav Thomsen
Mánadagin fingu vit boðini, at okkara kæri heiðurslimur, Ólavur Garð Thomsen, var farin.
Ólavur var ein partur av teimum gyltu árunum hjá KÍ og spældi á sterka og søguliga 66-liðnum, sum hevur eitt heilt serligt pláss í søgu felagsins. Longu sum ungur vísti Ólavur stórar dygdir á fótbóltsvøllinum. Hann var við til at vinna FM í dreingjadeildini og miðaldeildini, áðrenn hann gjørdist fastur maður á besta liðnum. Gjøgnum sína drúgvu tíð í KÍ vann hann heili sjey føroyameistaraheiti við KÍ og umboðaði eisini Føroyar í seks landsdystum, har hann millum annað hevði heiðurin at bera liðskiparabandið. Sum leikari var Ólavur kendur sum ein sera tryggur og arbeiðssamur verjuleikari, stinnur í høvdinum og ein, ið altíð setti liðið fremst. Hann var ein trúgvur KÍ-maður, sum við sínum ídni og trúfesti var við til at leggja grundarlagið undir nógv av tí, sum felagið byggir á í dag.
Uttan fyri fótbóltin var Ólavur ein stillførur og arbeiðssamur maður. Hann starvaðist størsta partin av lívinum á Føroya Bjór, har hann var kendur sum álítandi og samvitskufullur.
Fyri sítt drúgva og trúfasta arbeiði fyri KÍ varð Ólavur útnevndur til heiðurslim í felagnum. Hóast hann ikki ynskti at standa fremstur, var hann altíð til reiðar at taka eina hond í, tá ið tørvur var á tí. Hann hevði eitt sterkt hjarta fyri KÍ og fylgdi altíð væl við gongdini hjá felagnum.
Eisini seinastu árini var áhugin fyri KÍ óbroyttur. Tá heilsan loyvdi tí, kom hann á Djúpumýru í rullistóli at síggja KÍ spæla. Tað segði nógv um hansara kærleika til felagið – KÍ var ein natúrligur partur av lívi hansara.
Við takksemi minnast vit Ólav Thomsen fyri hansara trúfesti, hansara arbeiðssemi og hansara drúgva íkast til KÍ. Minnið um hann fer at liva víðari í søgu felagsins og hjá teimum mongu, sum høvdu gleði av at kenna hann.
KÍ sendir teimum avvarðandi okkara djúpastu samkenslu. Má Harrin vera við tykkum, troysta og styrkja tykkum í komandi tíðum.
Ærað veri minnið um Ólav Thomsen