Atgongumerki til KÍ-sektiónina í Luxembourg eru nú tøk
Nú er atgongumerkjasølan til KÍ-sektiónina til útidystin móti FC Atert Bissen byrja.
Seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í UEFA Champions League verður spældur mikukvøldið 15. juli kl. 20.15 á Stade de Luxembourg, og vit vóna at síggja nógv kongablá í áskoðaraplássunum.
KÍ hevur fingið tillutað egna áskoðarasektión til okkara fjepparar, og við leinkjuni niðanfyri ber til at keypa atgongumerki beinleiðis til hesa sektiónina.
Vit vita, at nógvir fjepparar fara at leggja leiðina til Luxembourg, og vit vóna, at enn fleiri fara at vera við og stuðla liðnum. Í evropeiskum dystum hevur stuðulin frá okkara fjepparum altíð havt stóran týdning, bæði heima og á útivølli.
Dysturin verður leiktur á Stade de Luxembourg, sum er tjóðarleikvøllurin í Luxembourg og karmur um altjóða landsdystir og evropeiskan fótbólt.
Vit síggjast í Luxembourg!