Champions League kvøld við Djúpumýru
Í dag er aftur ein av teimum stóru døgunum í Klaksvík.
Champions League stendur á skránni við Djúpumýru, og longu frá morgunstundini merkist tann serligi evropeiski dámurin í býnum. Veðrið sær gott út, útiáskoðarar eru komnir til Klaksvíkar, og í kvøld verður býurin aftur savnaður um KÍ.
Mótstøðuliðið er FC Atert Bissen úr Luxembourg. Eitt felag úr lítlu kommununi Bissen, sum eins og KÍ kemur úr einum tættum lokalsamfelagi, har fótbólturin hevur stóran týdning. Atert Bissen er eitt felag við langari søgu, men tey eru samstundis eitt av teimum nýggju og spennandi nøvnunum í luxemburgskum fótbólti. Nú eru tey komin til Klaksvíkar við einum ferðaliði á umleið 100 fólkum, og tað setur sín heilt serliga dám á býin.
Tað er eisini nakað serligt, at gestirnir úr Luxembourg hesaferð búgva á nýggja Hotel KG. Hetta er júst slíkt, sum ger evropeisku dystirnar til meira enn bara 90 minuttir á vøllinum. Tað er lív í býnum, nýggj andlit í gøtunum og ein kensla av, at Klaksvík aftur er partur av tí stóra evropeiska fótbóltspallinum.
Fyri KÍ er hetta enn eitt kvøld, har felagið, býurin og viðhaldsfólkini skulu standa saman. Vit vita, hvat evropeisk kvøld við Djúpumýru kunnu gera. Her hava stórar løtur verið skaptar, og her hevur KÍ áður víst, at tá Klaksvík stendur saman, so er tað tungt hjá øllum mótstøðuliðum at koma higar.
Dysturin byrjar kl. 19.45, og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn. KÍ-kaffikonurnar spíla seg sum vant út við pylsum, øli og sodavatni, og fjepparalutir verða seldir kring vøllin.
Bláa Bylgja hevur upphiting aftanfyri gamla skýlið, so tað er eitt gott høvi at møta í góðari tíð, fáa sær okkurt gott, heilsa upp á onnur KÍ viðhaldsfólk og koma í rætta Champions League hýr, áðrenn bólturin fer á rull.
Í kvøld snýr tað seg um at fylla Djúpumýru við bláum.
Koyr á KÍ!