AVSPÆL
02. jul 2026
Rói Clementsen

Atgongumerkjasølan til Champions League dystin byrjar kl. 17

KÍ skal aftur spæla Champions League við Djúpumýru.

Týskvøldið 7. juli kl. 19.45 tekur KÍ ímóti FC Atert Bissen úr Luxembourg í fyrsta undanumfari í UEFA Champions League. Hetta verður fyrsti evropeiski heimadysturin hjá KÍ í ár, og enn einaferð sleppa vit at savnast um stóran altjóða fótbólt í Klaksvík.

Atgongumerkjasølan til dystin byrjar í kvøld kl. 17.00.

Seinastu árini hava evropeisku kvøldini við Djúpumýru givið okkum nakrar av størstu løtunum í søgu felagsins. Viðhaldsfólkini hava havt ein avgerandi leiklut, og stemningurin í Klaksvík hevur ferð eftir ferð verið við til at lyfta liðið, tá nógv hevur staðið upp á spæl.

Nú byrjar ein nýggj evropeisk ferð.

Champions League er nakað heilt serligt. Tað er kappingin, har meistaralið úr øllum Evropa hittast, og har hvør dystur hevur stóran týdning. Fyri KÍ er tað aftur ein møguleiki at vísa seg fram á evropeiska pallinum, og fyri okkum øll er tað ein møguleiki at standa saman um felagið og liðið.

Vit vóna, at KÍ-viðhaldsfólk aftur fara at fylla við Djúpumýru og skapa teir karmar, sum gera heimavøllin í Klaksvík til nakað heilt serligt.

Keyp atgongumerki frá kl. 17.00 í kvøld og tryggja tær pláss til fyrsta evropeiska heimadystin í ár.

Trýst HER fyri at keypa.

Saman standa vit sterkast.

Koyr á KÍ!