01. jul 2026
Símun Kalsø tekur nýtt tørn í meistaradeildini
Powell sent boð eftir Símun til verjustyrk
Símun var eitt stytri skifti í 2024 á ÍF-liðnum og í fjør spældi hann heilar 26 dystir við besta liðnum hjá EB-Streymi. Higartil í ár hevur Símun verið ein av lyklaleikarunum í 2.deild hjá KÍ. Venjarin, Magnus Powell, hevur nú sent boð eftir Kalsø at styrkja um verjupartin. Símun hevur flestu royndirnar á høgra vongbakki og í miðverjuni. Avtalan millum KÍ og Símun Kalsø er í fyrstu syftu fyri restina av hesum kappingarárinum.
Vit í KÍ ynskja Kalsø bestu eydnu við uppgávuni!