AVSPÆL
18. jun 2026

Nýggjur málverji í hópin

Nicolai Vinter Christensen úr Norðurjútlandi venur við í kvøld

Eftir at Sebastina John fekk langtíðarskaða undir venjing fyrr í ár hevur verið leita eftir avloysara. Sáttmáli er gjørdur við danan Nicolai Vinter Christensen fyri inniverandi kappingarár. Nicolai er 24 ár, hevur fyrstu árini spælt við Aalborg BK, eitt ár í Jammerbugten FC sum fór av knóranum og síðstu fýra árini í Skive IK, sum nú er í triðbestu donsku deildini.

Fyri liðið er umráðandi við sterkari manning á málmanspostinum, nú fleiri tættir og týdningamiklir dystir eru fyri framman umframt UEFA-dystir. 

Nicolai, vælkomin í KÍ!