15. jun 2026
Páll Müller tekur ein støðg við fótbólti
Ungi álopsleikarin hevur nú hug heilhjarta at royna seg í bestu hondbóltsdeildini
Páll hevur verið í iva um hvørt hann skal satsa upp á fótbólt ella hondbólt. Hann hevur nú ynskt at verða loystur úr sáttmálanum við KÍ og hevur í staðin ætlan um at brúka tíð og orku upp á hontbólt. Um orsøkina til avgerðina, sigur Páll, at hann vil royna nakað nýtt, har hann vónar at fáa størri leiklut.
KÍ takkar Páll fyri tíðina og ynskir honum bestu eydnu við hondbóltinum. Hevur hann hug at venda aftur til fótbóltin, so veit hann frá KÍ, at hann altíð er vælkomin!