Kom á fótbóltsskúla í Klaksvík í summar
So er klárt at melda seg til ársins fótbóltsskúla í Klaksvík, sum verður í døgunum 10. og 11. juli. fyri U6, U7 og U9 og 13. og 14. juli fyri U11 og U13. Saman við okkara dugnaligu ungdómsvenjarum, koma eisini leikarar frá meistaradeildini at vera venjarar.
KÍ skipar fyri árliga fótbóltsskúlinum, og nú er møguleiki at tilmelda seg!
Fótbóltsskúlin hjá KÍ verður í ár skipaður í tveimum:
Fríggjadagin og leygardagin, 10. og 11. juli.
U6, U7 og U9 (fødd í 2017 til og við 2020).
Fríggjadagin millum kl. 13.00-16.00
Leygardagin millum kl. 10.00-13.00.
Prísur: 510 kr.
Tilmelding: Fótbóltsskúlin í Klaksvík fyri U6-U9 · atgongumerki.fo
Mánadagin og týsdagin 13. og 14. juli
U11 og U13
Mánadagin millum kl. 13.00-17.00
Týsdagin millum kl. 10.00-13.00.
Prísur: 560 kr.
Tilmelding: Fótbóltsskúlin í Klaksvík fyri U11 og U13 · atgongumerki.fo
Fótbóltsskúlin, sum er samskipaður saman við FSF, er ætlaður børnum og ungum, bæði gentum og dreingjum.
Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.