AVSPÆL
14. mar 2026

Nevndin hevur skipað seg

Tann 4. februar hevði Klaksvíkar Ítróttarfelag aðalfund, har nevndarval eisini var á skrá.

Á ársins fyrsta nevndarfundi, sum var týskvøldið 10. mars, hevur nevndin skipað seg soleiðis:

      •     Tummas Lervig, valdur formaður av aðalfundinum
      •     Rói Clementsen, valdur næstformaður av aðalfundinum
      •     Hilmar Danielsen, kassameistari
      •     Kaj Dam, Meistaradeildin Menn
      •     Jógvan Skorheim, Meistaradeildin Kvinnur

Regin Høgnisen, sum varð valdur í nevnd felagsins á aðalfundinum, boðaði undan nevndarfundinum frá, at hann ikki tók við nevndarsessinum.

Vit eru sera spent upp á kappingarárið 2026 í øllum deildum og ynskja øllum eitt gott kappingarár.