AVSPÆL
13. mar 2026

Brasilskur leikari legst afturat

Drúgva dystarskrá og skaðar krevja breiðan hóp

KÍ og brasiliumaðurin, Jean Carlos de Brito hava gjørt avtalu um kappingarárið 2026. Jean Carlos, sum er 30 ár, hevur royndir sum vinstri bakkur og vongur. Hann er ein kvikur og tekniskur leikari. 

Jean Carlos hevur verið í norðurlendskum feløgum í 2019 – 2023 og var skaðadarvaður nakað av hesi tíðini. Síðstu árini hevur hann spælt í heimlandinum.

Jean Carlos, sum kemur til Klaksvíkar so skjótt neyðugu loyvini eru fingið til vega, skal styrkja um hópin til drúgvu dystarskránna, ið er fyri framman.