AVSPÆL
04. feb 2026

Norskur framrættaður leikari komin í hópin

- Hann er ein snildur, kvikur og ágrýtin leikari

Oussama Ali er 25 ár, við tunesiskum og norskum borgarskapi. Síðsta felagið hann hevur spælt við er CA Bizertin í bestu deildini í Tunis og áðrenn ta tíð í m.a. næstbestu deildini í Svørki.

- Eg eri stoltur og spentur, nú eg havi gjørt avtalu við KÍ. Havi fingið eina sera jaliga fatan av felagnum og hópinum. Nú gleði eg meg at geva kongabláu troyggjuni alt eg megni, sigur Oussama.

Um Oussuma sigur venjarin Martin Powell, hann er ein snildur, kvikur og ágrýtin leikari, sum kann røkja flestu framrættaðu plássini hjá okkum. - Eg eri spentur upp á, hvussu Oussama kemur at mennast og taka seg út á KÍ-liðnum. Oussama hevur ikki verið í leiki síðan september í fjør og tí tekur tað helst nakað av tíð, áðrenn hann kemur á sítt toppstøði.  

Oussama hevur verið við á venjingarleguni í Albir og beint áðrenn heimferðina samdust hann og KÍ um eitt-ára samstarv. Hann er ætlaður at vera ein av teimum, sum skulu manna framrættaðu ódnirnar.