AVSPÆL
17. jan 2026

Úr Torino í Djúpumýrar

Eftir síðsta dystin hjá talentliðnum 25.januar, lekst hann aftur at truppinum í venjingarleguni í Albir

- Eg eri ótrúliga glaður og stoltur yvir at hava skrivað undir við KÍ. Eftir mína tíð í Torino kenni eg meg kláran at taka næsta stigið á míni yrkisleið, og KÍ kenist sum rætta staðið hjá mær. Venjingarstøðið er høgt og umhvørvið er sera professionelt. Felagið hevur sýnt framúr vinnaramentalitet og hevur imponerað stórt í Evropa. Og so dámar mær væl avbjóðingar og kapping. Hetta er orsøkirnar til, at eg valdi KÍ.

Fýra ára sáttmálin gevur mær tað neyðugu róina at menna meg víðari, og eg síggi fram til at hjálpa liðnum at stríðast fyri enn fleiri meistaraheitum til Klaksvíkar. Eg havi hoyrt nógv um tann serstaka stuðulin frá fjepparunum, og eg gleði meg ótrúliga nógv at fara í bláu troyggjuna og spæla í Djúpumýru.

Um Dávid Reynheim sigur Magnus Powell, at hann er ein ungur, spennandi gávuríkur álopsleikari. Arbeiðir hart, hevur møguleikar fyri at menna seg munandi og kann gerast eitt stórt aktiv fyri KÍ-liðið komandi árini.  Vit gleða okkum at síggja, hvussu Dávid kemur at vaksa við uppgávuni í okkara sterka truppi.

Dávid Reynheim, vælkomin í KÍ-truppin!