AVSPÆL
12. des 2025

Hjálparvenjarin heldur fram

Ivi hevur verið um Thomas Gabrielsson, men nú er tann spurningurin avgreiddur

Sviin, Thomas Gabrielsson, tekur enn eitt ár saman við Magnus Powell. 

- Eg eri bæði fegin og stoltur av at eg framhaldandi kann vera partur av KÍ-toyminum og umboða felagið KÍ komandi kappingarár. Eg trívist sera væl undir liðini av Magnusi og saman við dugnaligu eldsálunum, bæði á og kring liðið. - Her ert tú partur av einum dynamiskum umhvørvi í áhaldandi menning. Nú bíði eg spentur til avbjóðingarnar í komandi ári. Við nærlagni og hørðum arbeiði fara vit at halda fram og ætla at náa enn hægri ítróttarlig mál í 2026.

Høvuðsvenjarin, Magnus Powell, fegnast eisini um at Thomas mynstrar við í 2026. Thomas er ein ógvuliga dugnaligur venjari. Vit arbeiða sera væl saman við hinum hjálparfólkunum kring liðið. Eg havi vón um, at vit fáa eitt gott og spennandi komandi ár.

At enda siga báðir "Koyr á KÍ!"