AVSPÆL
11. des 2025

Ungur KÍ-leikari legst afturat BetriMonnum

- Eg valdi KÍ, tí at tað er mítt barndómsfelag, og har eg hoyri heima

Við royndum upp ígjøgnum øll ungdómsliðini í felagnum og U17-landsliðnum kemur Rani Løgságarð Josephsen komandi 2 árini at venja og kappast við élitu-málverjarnar í felagnum.

Um hesa nýggju avbjóðingina sigur Rani:

- Eg byrjaði sum 8 ára gamal at venja við KÍ, og eg havið altíð verið málmaður, heilt frá árðenn eg byrjaði at venja, so tað er nakað sum mær dámar væl.

Eg haldi at tær venjingarnar eg havi vant við Betri nú fyrr í ár, hava givið nógv. Tempo og intensiteturin er væl hægri enn, hvat man er vanur við.

Eg valdi kí tí at tað er mítt barndómsfelag, og har eg hoyri heima. Áhugi var eftir mínari undirskrift frá ørðum feløgum, men tá KÍ kemur, so er ringt at siga nei. Tíðskil valdi eg at skriva undir.

Eri fegin um møguleikan og spentur upp á framtíðina. -Hetta gleði eg meg til. Eg havi ambitónir sum KÍ-málmaður, men fyri fyrst vil eg bara koma í gongd aftur, og koma at kenna hópin, og venjarnar.

Málmanslegendan, Geza Turi, heldur fyri, at Rani er ein evnaríkur málverji. Hann er nú tilreiðar at taka næsta stigið í síni málmanskarrieru. Um hann arbeiðir hart, hækkar tempoið, so vænti eg, at hann fær eina bjarta framtíð sum málverji.