AVSPÆL
25. okt 2025
Jógvan Skorheim

KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru

Bæði menn og kvinnur eru føroyameistarar, uttan mun til hvat úrslitið verður í Runavík í dag. Tí verður heiðursløta fyri leikarum á Djúpumýru eftir dystin í Runavík.

Higartil í ár hevur KÍ tryggja sær føroyameistaraheitið í bestu deildini hjá bæði kvinnum og monnum. Hetta er eitt bragd, sum skal heiðrast.

Dag og dagliga hava leikarar vant og strítt seg til sigurs og uttan venjaratoymi, hjálparfólkum, fjepparum og stuðlum, hevði hetta als ikki latið seg gjørt.

Leygardagin uml. Kl. 18.00 (eftir dystin í Runavík) verður føroyameistaraheitið heiðrað.

Á skránni verður millum annað røður frá formanninum, Tummas Lervig, borgarstjóranum, Karl Johansen og høvuðsvenjaranum hjá KÍ, Magnus Powell.

Umframt hetta kemur Klaksvíkingur í Nólsoy, Anfinn Nielsen eisini at syngja, og bjóðað verður kaffi, te, køkur og sundkist til børnini. Hornorkestri fer eisini at seta sín dám á løtuna.

Møguligt verður at hyggja seg runt í KÍ umhvørvinum, sum hevur opið hús, og eisini ber til at síggja umklæðingardeildirnar, har leikarar og venjarar fyrireika seg til dyst.

Eisini verður møguligt at taka mynd saman við leikarunum á vakurt prýddum myndaveggi.