AVSPÆL
11. okt 2025
AJO

VIT ERU FØROYAMEISTARAR 2025

Dystarfrágreiðing KÍ – NSÍ

Tað var hugaligt at síggja stóru mannfjøldina sum var komin saman at stuðla okkara kvinnum til dystin í dag. Leysliga mett vóru vit útmóti 300 áskoðarum.

Lagt var upp til eina spennandi FM finalu á Djúpumýru í dag, tá okkara kvinnur leiktu ársins seinasta dyst. Dysturin skuldi tapast við 7 málum um føroyareistaraheitið skuldi gleppa okkum av honum.

Tað var væntandi at NSÍ fór at leggja ú sum eitt ódnarveður fyri at seta alt inn fyri stigini og málini. Tað sást slettis ikki frá byrjan, at trýsti var á NSÍ. Tær byrjaðu sera spakar og var tað eisini í tráð við leikgongdina, tá Malena eftir 8 minuttum kundi leggja okkum á odda 1-0. Eftir leiðslumálið góvu vit NSÍ alt ov nógv spæl og lótu tær taka yvir í spælinum. Og tá farið var til hálvleiks, var støðan 2-1 til NSÍ.

Tað er væl hugsandi at okkara venjari hevur tosað við stórum stavum í steðginum, tí vit løgdu hart út í seinna hálvleiki og fingu skjótt yvirtakið. Tað var bara spurningur um tíð, nær útjavnandi málið fór at koma. Tað var eisini fult í tráð við leikgongdina, tá Maria javnaði eftir góðan tíma.

Dysturin bylgjaði eitt sindur aftur og fram eftir hetta, og lá tað í luftini at okkurt mál fór at koma afturat í dystinum. Men tá dómarin bríkslaði seinastu fer stóð 2-2 á máltalvuni og vit vunnu FM við trimum stigum fleiri enn NSÍ.

Dagsins leikari gjørdist: Tórun Joensen

Herfrá ynskja vit kvinnunum hjartaliga tillukku við 24. Meistaraheitinum í søgu felagsins. Tillukku til NSÍ við silvrinum og HB við bronsuni.

Takk fyri í ár og takk fyri stuðulin til okkara kvinnur.

KOYR Á KÍ