

Dystarfrásøgn Víkingur -KÍ
Okkara kvinnur vunnu ein týðandi 2-0 sigur í Gøtu í kvøld.
Rættuliga fitt av fólkið var møtt til dystin í Gøtu í kvøld at stuðla okkara kvinnum, sera hugaligt og tíðandi fyri okkara kvinnur.
Dysturin í kvøld kendist sum ein finala, dysturin skuldi vinnast um okkara kvinnur framvegis skulu hava munin á NSÍ. Tað merktist á dystinum, at nógv var uppá spæl og Víkinga kvinnur stríddust mannliga. Okkara kvinnur høvdu bóltin nógv, men í løtum var gúppa heldur enn at spæla seg fram til avgerðandi støður.
Frá byrjan í seinna hálvleiki sást, at vit vildu vinna dystin. Miðvøllurin kom betur við og spælið hekk betur saman. Tað kom tó ein løta, har vit sparkaðu bóltin út í tóman heim, har ongin var at renna bóltin upp, óneyðugar og óneyvar sendingar.
Gylta vinstri fóturin hjá Tórun avgjørdi dystin. Tá 69 minuttir vóru leiktir vinnur KÍ horna sum Tórun skýtur beinleiðis í málið og nú tevjaðu okkara kvinnur sigurin. Fýra minuttir seinni kundi Tórun við enn einum beinleiðis hornamálið leggja okkum fram um 2-0. Vit sótu nú á øllum og Víkinga kvinnur vóru sjálvdan hóttandi móti okkara málið. Tá 83 minuttir eru leiktir fær Víkingur brotspark, sum Óluva meistarliga bjargar. Ein sera týðandi sigur til okkara kvinnur.
Komandi leygardag leika okkara kvinnur seinasta dystin á árinum móti NSÍ. KÍ liggja fremst við 58 stigum, NSÍ liggja nummar tvey við 55 stigum.
KOYR Á KÍ