04. okt 2025
Upptakt Víkingur – KÍ
Sunnudagin kl. 18.45 leika okkara kvinnur týðandi dyst í Sarpugerði.
KOM OG STUÐLA
Í morgin spæla okkara kvinnur næst seinasta dystin í hesum kappingarárinum. Dysturin verður leiktur í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur tekur ímóti.
Undan dystinum liggja okkara kvinnur á odda í meistarabólkinum 3 stig og 12 mál fleir enn NSÍ á øðrum plássi. Vinna okkara kvinnur dystin liggja tær sera væl fyri at vinna FM.
Seinast liðini bæði hittust, var í Klaksvík fyri góðum mánaða síðani, har okkara kvinnur vunnu 1-0. Víkinga kvinnurnar vóru stinnar og var dysturin ikki avgjørdur fyrrenn stutt fyri dystarenda.
Vit vóna at síggja nógvar bláar áskoðarar til dystin í morgin at stuðla okkara kvinnum.
KOYR Á KÍ !