

Upptakt Steypafinalan KÍ – HB
Leygardagin kl. 19.00 verður árliga steypafinalan hjá kvinnum spæld, har tvey av størstu og mest vinnandi feløgunum í føroyskum kvinnufótbólti hittast.
Tað er gott fótbólts lag í Klaksvík um dagarnar, nú kvinnurnar fyrireika seg til ársins steypafinalu móti HB.
Seinasta vikuskifti møttust somu lið í landskappingardysti í Klaksvík, har dysturin endaði við 4-1 sigri til okkara kvinnur, og dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrrenn fari var um 80 minuttir.
Dystirnir millum hesi bæði feløgini eru oftast tættir og spennandi, har KÍ tó hevur staðið eftir sum vinnandi liðið oftari. Liðini hava leikt fimm ferðir í ár, har okkara kvinnur hava vunnið 4 og tapt 1 dyst.
Finalur liva sítt egna lív – og tá tað er KÍ móti HB, stendur alt uppá spæl. Tað liðið, sum rakar dagin, rakar formin stendur eftir sum vinnari. Vónandi kann eyðkendi stríðsviljin, samanhaldið og orkan bera okkara lið til enn ein sigur.
Seinast okkara kvinnur vunnu steypafinaluna var í 2022 tá vit vunnu 2-1 á HB. Vinnur KÍ steypafinaluna er hetta 17. ferð í søgu felagsins. Vinnur HB steypafinaluna er tað 7. ferð í søgu felagsins.
Bláa Bylgja hevur spent seg út, og bjóðar ókeypis buss til dystin leygardagin. Vónandi síggja vit nógvar áskoðarar stuðla okkara kvinnum.
Atgongumerki kunnu keypast frá FSF, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
KOYR Á KÍ
(mynd.: Oliver Joensen)