AVSPÆL
21. sep 2025
AJO

Dystarfrágreiðing KÍ – HB

Okkara kvinnur vunnu greiðan 4-1 sigur á HB.

Tað var spenningur í luftini í dag, tá okkara kvinnur leiktu móti HB. Tað var eitt skert útilið sum møtti í Klaksvík í dag, tá eitt nú Sunniva og Fridrikka ikki vóru við. HB var tí í eini sera defensivari uppstilling og dúvaði uppá umstillingar og kontra.

Undan dystinum í dag, var Sólja kosin sum besti leikari í august mánaða. Vit ynskja Sólju tillukku við heiðrinum.

Okkara kvinnur vóru óneyvar. Nógvar feil avleveringar og langar sendingar sum onki spurdist burtur úr. Okkara kvinnur høvdu bóltin í málinum miskeiðis í fyrra hálvleiki, men málið var kolldømt eftir rangstøðu. Annars var so at siga onki at skriva heim um frá fyrra hálvleiki.

Venjari valdi í steðginum at gera tvær skiftingar, sum broyttu dystin. Sólja avloysti Malenu, meðan Vár avloysti Emmu. Vár fór í miðverjuna og Jórun á bakkin í høgru.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá HB legði seg á odda við beinleiðis frísparki frá Elin Mariu, eitt vakurt mál, sum eisini var einasta veruliga royndin á KÍ málið. Ofta verður tikið til, at mál broyta dystir og soleiðis var eisini í dag. Tað skuldi ikki ganga meira enn 4 minuttir, til Maria kundi javna eftir skjótt og vakurt uppspæl.

Vit sótu á øllum eftir útjavnandi málið, HB vardi tó mannliga, men tær skaptu so at siga onki frameftir vøllinum eftir hetta. Spælið gekk nú betur og vit fingu skapt spentar støður uttan tó at fáa bóltin í málið. Teir síðstu 10 minuttirnir gjørdust dystaravgerðandi.

Eftir sera gott uppspæl, kundi Eyðvør leggja okkum á odda 2-1 eftir væl spælt álop í vinstru, eitt vakurt mál. Bara tveir minuttir seinni var dysturin endaliga avgjørdur, tá Tóra økti til 3-1 leiðslu. Í tíðini dómarin legði afturat, var Eyðvør aftur á blettinum og økti til 4-1.

Alt í alt ein uppiborin sigur til okkara kvinnur. Við sigrinum halda vit fast í oddasessinum og eru ósigraðar í 17 dystum á rað.

Dagsins leikari gjørdist: Birita Ryan.    

Komandi leygarkvøld kl 19.00 hittast hesi bæði liðini aftur á Tórsvølli tá ársins steypafinala er á skránni.

KOYR Á KÍ

(Mynd: Oliver Joensen)