AVSPÆL
19. sep 2025
AJO

Upptakt KÍ – HB

Sunnudagin kl 12.00 á Djúpumýru

Sunnudagin kl 12.00 byrja okkara kvinnur seinasta triðjingin av FM endaspælinum, tá vit taka móti HB í Klaksvík.

Spenningurin er í hásæti í ovara FM bólki. Okkara kvinnur eru á odda við 3 stigum og 11 málum frammanfyri NSÍ á øðrum plássi, nú einans trýggjir dystir resta í kappingini.

Okkara kvinnur liggja væl fyri at vinna FM í ár, men til hetta krevst, at liðið heldur fast í góðu gongdini seinastu dystirnar. Okkara kvinnur hava í seinastu 16 dystunum vunnið 15 og leikt 1 javnan.

Dystirnir móti HB eru oftast tættir og spennandi, har bæði liðini leggja nógv fyri at vinna. HB liggur á triðja plássi í harðari kapping við Víking og tí er væntandi at HB leggja nógv fyri, so tær ikki missa bronsuplássið.

Vónandi vera vit nógvir áskoðarar á Djúpumýru sunnudagin, at stuðla okkara kvinnum.

Dystarskráðin hjá okkara kvinnum sær soleiðis út tað sum eftir er av árinum:

·         21.09.2025        KÍ – HB

·         27.09.2025        KÍ – HB – Steypafinala á Tórsvølli

·         05.10.2025        Víkingur – KÍ

·         11.10.2025        KÍ - NSÍ

KOYR Á KÍ