

Her sæst dysturin Neman Grodno – KÍ
Klokkan 19.00 føroyska tíð spælir KÍ seinna dystin í triðja undanumfari (Q3) í UEFA Conference League móti Neman Grodno. Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði við einum 2-0 sigri til KÍ, og tí hevur felagið eitt gott útgangsstøði undan returdystinum.
Vinnur KÍ samanlagt, er næsta mótstøðan í Play-Off umfarinum spanska La Liga-liðið Rayo Vallecano úr Madrid.
Dysturin í kvøld verður spældur í Ungarn, tí UEFA ikki loyvir, at evropeiskir dystir verða leiktir í Hvítarusslandi, har Neman Grodno kemur frá.
Øll kunnu fylgja við á KÍ Varpinum, har til ber at keypa atgongd fyri 150 krónur. Vertur er Regin Sivertsen, og sendingin er tøk um allan heim, so møguleikin er góður hjá øllum KÍ-viðhaldsfólkum – og øllum, sum vilja síggja ein spennandi altjóða dyst – at vera við.