

01. aug 2025
Atgongumerkjasølan byrjar kl. 17
Eftir ein sigur á Djúpumýru í gjárkvøldi, har KÍ spældi seg víðari til Q3 í Conference League, er alt klárt til næsta brakið. Longu týskvøldi kl. 19.45 møtir KÍ hvítarussiska liðnum Nerman Grodno á Tórsvølli.
Atgongumerkjasølan byrjar í kvøld kl. 17.00, so tað ræður um at vera klár, um mann vil hava bestu plássini.
Prísurin er:
- Vaksin: 150 kr.
- Børn: 50 kr.
Keyp títt atgongumerki við at trýsta HER.
Kom við og stuðla okkara monnum – vit síggjast á Tórsvølli týskvøldi!