

Atgongumerkjasølan til KÍ – Radnički byrjar fríggjamorgunin
KÍ spældi í kvøld fyrra dystin í UEFA Europa Conference League móti serbiska felagnum Radnički í Novi Sad. Hóast 35 hitastig og nógv press, endaði dysturin 0–0 – eitt sterkt úrslit, sum gevur okkum eitt gott útgangsstøði undan heimadystinum við Djúpumýru hóskvøldið 31. juli kl. 19.45.
Vit ynskja, at so mong sum møguligt sleppa at uppliva evropeiskan fótbólt við Djúpumýru. Tí hava vit valt at seta prísin niður í fleiri bólkum, serliga ætlað familjum og børnum.
Nýggir prísir:
Bólkarnir E, F og G
– Vaksin: fyrr 195 kr. → nú 175 kr.
– Børn: fyrr 95 kr. → nú 75 kr.
Bólkarnir D og H
– Vaksin: fyrr 135 kr. → nú 100 kr.
– Børn: fyrr 55 kr. → nú 45 kr.
Bláa Bylgjan er flutt úr bólki L yvir í bólk K. At sita í Bólki K merkir, at tú ert ein virkin partur av stemninginum. Tú kemur í bláum, tú stendur uppi, tú rópar, syngur og stuðlar liðnum frá fyrsta til síðsta minutt. Tú ert ein liður í trýstinum, sum vit leggja á mótstøðuliðið, og ein styrki fyri okkara egnu leikarar. - Sølan fer fram gjøgnum Bláu Bylgju.
Vit vóna, at Djúpumýra verður fullsett við bláum og hvítum, og at øll eru klár at stuðla okkara liði til eina nýggja evropeiska løtu at minnast. Vit gera nógv burturúr kring vøllin og leggja okkum eftir at skapa góðar karmar fyri eina stórfingna fótbóltsuppliving.
Atgongumerkjasølan byrjar fríggjamorgunin kl. 10.00.
Keyp títt atgongumerki við at trýsta HER.