AVSPÆL
17. jul 2025
Rói Clementsen

Skjótt útselt við Djúpumýru!

Í kvøld kl. 19.45 spælir KÍ seinna og avgerandi dystin ímóti finska liðnum SJK í fyrsta undanumfarinum í UEFA Conference League. KÍ hevur eina góða støðu við sær frá fyrsta dystinum, sum endaði við 1-2 sigri á útivølli – og nú skal tað avgerast á heimavølli!

Áhugin er stórur, og longu nú eru meira enn 1.200 atgongumerki seld – tað merkir, at tað fer at blíva útselt innan heilt stutta tíð. Hetta verður eitt stórt kvøld við Djúpumýru!

Fótbóltsuppliving í heimsklassa
Tað verður gjørt nógv burturúr fyri at skapa eina uppliving, sum allir KÍ-fjepparar kunnu minnast. Mat- og drekkasøla verður bæði við Atlantis og við inngongd C, har tú kanst keypa pylsur, sodavatn, øl, bomm og mangt annað gott.

Bláa Bylgja skipar eisini fyri einum stórum upphitingartiltaki í tjaldinum niðanfyri gamla skýlið – har verður tónleikur, stemningur og nógv fólk í bláum!

Tryggja tær atgongumerki nú!
Hevur tú ikki tryggjað tær pláss enn? So mást tú skunda tær – tað eru bert fá atgongumerki eftir!

Trýst her fyri at keypa atgongumerki.

Vit síggjast við Djúpumýru – koyr á KÍ!