

KÍ MØTIR SJK SEINAJOKI
Fyrsti dystur verður spældur á útivølli.
- Hetta verður ein spennandi dystur, og eg eri sannførdur um, at vit hava ein møguleika at koma víðari. Liðið er sterkt, og finsk lið plaga vanliga at arbeiða hart, men vit hava eisini eitt sera gott lið, sum kann geva teimum kapping.
- Í fjør vóru vit bara minuttir frá at koma víðari, aftaná vit møttu Helsinki, men yvirtíðin, saman við reyðum kortum, gjørdu at vit megnaðu tað akkurát ikki.
- Eg gleði meg til uppgávuna, og so er tað kanska eisini stuttligt fyri fleiri føroyingar, at ein føroyingur eisini er á hinum liðnum (Chukwudi Samuel).
- Okkara fokus nú, er at vinna dystin í kvøld móti AB, sigur Magnus Powell høvuðsvenjari hjá KÍ at enda.
Finska deildin er rímiliga sterk samanborðið við deildina í Lettlandi, Wales og Íslandi. SJK hevur spælt í evropeiskari kapping fleiri ferðir, tó ikki ein nógvar royndir sum íslendska felagið, Valur.
Í løtuni liggur SJK á einum 5. plássi eftir 12 umfør, við 18 stigum í bestu finsku deildini.