AVSPÆL
02. jun 2025
Jógvan Skorheim

Børge frá KÍ til B36

Avtala er gjørd millum KÍ og B36, ið ber við sær at Børge Petersen framyvir skal leika fyri B36.

Børge Petersen hevur leikt 68 dystir fyri besta liðið hjá KÍ í landskappingini umframt 18 evropeiskar dystir.

Børge hevur víst ynski um at sleppa til annað felag, í strembanini eftir meiri leiktíð, og tískil er avtala gjørd millum partarnar, at hann flytur til B36.

KÍ takkar Børga fyri tíðina í KÍ, og stóra íkasti hann hevur givið besta liðnum seinastu árini.

Vit ynskja Børga bestu eydnu framyvir.