

21. mai 2025
Patrick Johannesen dagsins leikari
Tað var eingin ivi millum áskoðararnar hvør skuldi hava heitið sum dagsins leikari í dystinum móti B68. Heili 60% av atkvøðunum endaðu hjá Patrick Johannesen, ið eisini var sera væl upplagdur og skoraði hattrick.
Við einum 4-0 sigri á AB hevur KÍ plantað annað beinið í finaluna um løgmanssteypið, hóast allar súðir als ikki eru siftar enn.
Vinnari av dagsins-leikara kapping var Elin Sørensen, ið vann eitt uppihald á Hotel Hilton Garden Inn fyri tvey.
Seinni dysturin verður á Argjum verður týsdagin 17. juni kl. 18.30.