AVSPÆL
15. mai 2025
Jógvan Skorheim

2 ÁR AFTURAT VIÐ JONN Á LIÐNUM

Tað besta liggur fyri framman, sigur Jonn Johannesen, ið hevur verið flúgvandi síðani hann aftur hevur verið at síggja vøllinum.

- Seinastu fýra árini havi eg verið sera nógv skaðadarvaður, og tí havi eg næstan ikki spælt. Í ár havi eg spælt munandi meiri, og tað er fantastiskt, sigur maðurin, ið legði okkum á odda við einum framúr málið móti NSÍ farna fríggjadag.

Jonn hevur áður spælt á ungdómslandsliðum, og tí spyrja vit eisini, um málið er at koma á landsliðið aftur.

- Tað er tað avgjørt! Eg føli at eg taki meg fram fyri hvørja venjing og hvønn dyst, men tað besta liggur fyri framman. Eg merki, at eg havi verið úti í langa tíð, og tí skal eg finna rútmuna í spælinum, og betra meg fyri hvønn dag.

- Eg eri so ómetaliga glaður fyri, at vit hava havt Lukas, tí hann eigur æruna av at eg eri komin so væl fyri meg aftur. Nú skal eg bara byggja upp á, staðfestur skjóti framrættaði leikarin hjá KÍ, ið hevur tikið túrin allan vegin upp frá ungdómsfótbólti í KÍ.

Lokalt talent sum hevur tað besta fyri framman

Venjarin kann ikki annað enn fegnast, nú sáttmálar eru skrivaðir við 5 leikarar upp á 10 dagar.

- Vit hava gjørt 4 sáttmálar við 4 royndar leikar, og í dag er tað so ein ungur, sum eigur tørn.

- Jonn er ein ótrúliga skjótur, arbeiðssamur og eksplosivur leikari, sum hevur - og fer at hava - stóran týdning fyri KÍ. Hann er enn bara 23 ár, men hann hevur verið uttanfyri við skaða leingi. Eg eri sannførdur um, at hann fer at taka seg nógv fram komandi tíðina, sigur ein vælnøgdur venjari.

- Hann er eisini ein lokalur leikari, sum er uppaldur í felagnum, og sum hevur kempað seg inn á liðið. Talentið er eyðsæð, staðfestur Magnus.

Spurdur um Jonn kann gera seg galdandi til landsliðið svarar Magnus Powell høvuðsvenjari soleiðis:

- Jonn kann avgjørt gera seg galdandi til eitt landsliðspláss,og so hvørt hann spælir meiri, tess betri er møguleikin fyri at telefonin hjá honum fer at ringja.

Við sínum skjótleika og eksplosiviteti, hevur Jonn nakað, ið KÍ og eitthvørt lið avgjørt hevur brúk fyri, sigur venjarin at enda.

Jonn hevur gjørt 2 ára sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027.