AVSPÆL
14. mai 2025
Jógvan Skorheim

TVÆR LEGENDIR UNDIRSKRIVAÐ Í DAG

Teir hava spælt í alt 568 dystir fyri KÍ og gott 70 evropeiskar dystir. Nú hevur KÍ tryggjað sær undirskriftirnar, so felagið kann njóta gott av teirra vinnara- og stríðsvilja.

- Teir eru mentanarberar á liðnum. Teir eru komnir eitt sindur upp í árini, men teir ganga altíð fremst, vísa ótrúligan stríðsvilja, eru altíð klárir til hvørja venjing og hvønn dyst, sigur Magnus Powell høvuðsvenjari hjá KÍ.

- Tað hevur sera stóran týdning, at vit tryggja okkum tveir av bestu leikarunum í Føroyum á teirra plássum. Við teirra hugburði føra vit eisini KÍ-andan víðari, og seta yvirleggjarin høgt, fyri framtíðar menningina av nýggjum leikarum í KÍ. Ungu leikararnir, sum eru á veg fram, skulu síggja hvussu hart arbeið tað er at vera við í fremstu røð, og tað eru bæði Páll og Odmar ímyndin av.

 

“Tað var ongantíð nakar ivi um hvar eg skuldi spæla fótbólt”

Soleiðis sigur Páll Klettskarð, ið longu hevur spælt eitt ótal av dystum fyri KÍ, og mangan hevur verið maðurin, ið hevur tryggjað KÍ avgerandi málið.

- Eg elski at spæla fyri KÍ, og tað er her eg vil spæla. Liðið mennir seg nógv, og vit hava í ár styrkt okkum sera skilagott á teimum plássum, ið haltaðu eitt sindur í fjør, og tí er framtíðin hjá liðnum sera spennandi.

- At spæla á heimavølli og merkja rómin frá áskoðarunum er júst tað sum ein droymdi um, tá ið ein sum smádrongur rann runt her á vøllinum, og vónaði at koma á besta liðið einaferð í framtíðini. Nú havi eg upplivað tað í fleiri ár, og eg blívi ikki troyttur av tí, sigur Páll Klettskarð við einum smíli.

Páll Klettskarð hevur skrivað undir ein 1’ára sáttmála ið er galdandi fyri alt kappingarárið 2026.

 

“Eg eri líka svangur enn eftir at vinna...”

“... og KÍ hevur liðið til at vinna!”

So avgjørdur er Odmar Færø.

Vit spurdu Odmar um onnur lið lógu framvið, til at fáa undirskriftina.

- Ja, tað vóru fleiri onnur lið, ið ryktu í meg, men eg trúgvi fult og fast upp á hetta prosjektið og KÍ. Venjari og hjálparvenjari, saman við teirra toymi, prógva hvønn dag, at teir kunnu lyfta støðið á hesum liðnum. Eg vil vera á einum vinnara liðið, og tað er KÍ. Liðið er munandi betri fyri í ár, í mun til í fjør, og eg eri sannførdur um, at vit aftur kunnu geva fjepparunum nýggjar ógloymandi upplivingar og røkka enn longri, sigur verjiskansin hjá KÍ.

- Eg gleði meg eisini til evropeisku avbjóðingina í summar, hóast vegurin til bólkaspælið er eitt sindur longri hesaferð. Men vit hava eitt sera sterkt lið, og tí fara vit eftir møguleikanum, sigur Odmar Færø.

Odmar Færø hevur gjørt sáttmála fyri bæði kappingarárini 2026 og 2027.