

HALLUR UNDIRSKRIVAÐ 2’ÁRA SÁTTMÁLA
Her er alt! So avgjørdur er Hallur Hansson. Góðar umstøður at venja og spæla, viðhaldsfólk ið ganga upp í hetta við lív og sál, og so hava vit eitt sera gott toymi við góðum leikarum, venjarum og hjálparfólkum, sigur Hallur Hansson, ið hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárini 2026 og 2027.
- Hallur hevur sera stóran týdning fyri KÍ. Hann er ein, sum vísir vegin, ikki bert undir dysti, men sanniliga eisini undir venjing, í skiftingarrúminum og uttanfyri vøllin. Hann gongur á odda, og er eisini ein av bestu leikarum í føroysku kappingini, sigur høvuðsvenjarin Magnus Powell.
Magnus Powell vísir eisini á, at Hallur hevur gjørt ein 2’ára sáttmála, og við hesum vísir hann, at hann trýr upp á prosjektið, og vil geva sítt íkast til at menna hetta KÍ-liðið, sum hevur stórar menningarmøguleikar.
Hallur var nógv darvaður av skaða í fjør, og hann dylur heldur ikki fyri, at hann umhugsaði at gevast við fótbóltinum.
EG UMHUGSAÐI AT GEVAST
- Tað sá rættiliga svart út í fjør, og eg hugsaði eisini, um løtan var komin at gevast. Tíbetur bleiv tað ikki niðurstøðan, tí í ár føli eg meg væl, og tað er sera stuttligt at spæla við fullari orku aftur. Eg føli lítið og onki til pínu, og hugsi fyrst og fremst um at vinna næsta dystin, sigur Hallur Hansson.
- KÍ hevur alt! Góðar umstøður at venja og spæla, viðhaldsfólk ið ganga upp í hetta við lív og sál, og so hava vit eitt sera gott toymi við góðum leikarum, venjarum og hjálparfólkum, sigur Hallur Hansson.
Næsta uppgávan hjá KÍ verður dýra biðidag í Gundadali, har mótstøðuliðið er HB. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 17.15.